Ì morgin, sunnudagin,verður borgarafundur í Hvalba, har valevni fara at greiða frá, hvørjar ætlanir, tey hava Í sambandi við valið til kommunustýrini kring landið, hava veljarafundir verið í fleiri kommunum, har tað ber til hjá veljarunum at hitta tey, sum bjóða seg fram sum valevni.
Og í morgin, sunnudagin, verður eisini borgarafundur fyri veljarunum í Hvalbiar Kommunu, ið fevnir um bygdirnar Hvalba og Sandvík.
Fundurin verður í skúlanum í Hvalba og hann byrjar klokkan 16.
Tá fáa valevnini eina stutta framløgu, har tey fáa høvi til at greiða veljarunum frá sínum ætlanum, verða tey vald.
Aftan á verður kjak, har veljararnir fáa høvi at siga síni sjónarmið og at spyrja valevnini.










