Veljarakanningin: Nei hevur greiðan meiriluta í øllum aldursbólkum

Í eini grein í seinastu bløðunum, har varaløgmaður annars skrivar um sakligheit, ósannindir, persónsálop o.l., sigur hann: ?Mín sannføring er, at samstarvið millum Føroyar og Danmark kann bert gerast gott, trygt og mennandi, tá talan er um tveir javnbjóðis partar, ið hava fulla ábyrgd hvør av øðrum.?

 

Hans Pauli Strøm,

Løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin




Í eini grein í seinastu bløðunum, har varaløgmaður annars skrivar um sakligheit, ósannindir, persónsálop o.l., sigur hann: ?Mín sannføring er, at samstarvið millum Føroyar og Danmark kann bert gerast gott, trygt og mennandi, tá talan er um tveir javnbjóðis partar, ið hava fulla ábyrgd hvør av øðrum.?

Hesum taki eg fult undir við, og er hetta eisini júst tað, sum uppskotið hjá Javnaðarflokkinum til eina nýggja sjálvstýrisskipan snýr seg um.

Varaløgmaður hugsar tó neyvan um sjálvstýrislógina hjá Javnaðarflokkinum, tá hann sigur hesi skilagóðu orð. Hann sipar heldur til fullveldisætlanina hjá landsstýrinum. Har noyðist hann tó nú at staðfesta, at eftir trimum árum er onki komið burturúr, ikki eitt einasta málsøki er flutt frá donskum til føroyskan myndugleika, ikki ein bókstavur er fluttur úr danskari yvir í føroyska lóggávu, ikki ein einasta króna er skorin av ríkisstuðlinum úr Danmark, tvørturímóti er hann størri enn nakrantíð. Og politisku møguleikarnir fyri at fremja fullveldisætlanina hava aldrin verið verri enn nú. Hon hevur ikki eingong longur undirtøku frá allari samgonguni. Og eftir seinastu veljarakanningini at døma er undirtøkan í fólkinum minkað burtur, so tað er nú er ein stórur meiriluti av veljarunum, ið vildu felt hesa ætlan við eina fólkaatkvøðu. Varaløgmaður noyðist tí at viðganga - eins og óivað fleiri av hansara samgongumonnum longu hava gjørt sær greitt ? at fullveldisætlanin er sokkin.

Eitt av teimum ógviliga áhugaverdu úrslitunum av veljarakanningini er, at tann stóri meirilutin móti fullveldisætlanini sæst aftur í øllum aldursbólkum. Tað hevur annars higartil verið hildið uppá, at tey ungu taka undir við fullveldinum, meðan tey eldru eru ímóti. Nú vísir kanningin, at onki hald er í hesum pástandi. Tvørturímóti er støðan nøkulunda tann sama í øllum aldursbólkum ? antin tað snýr seg um tey ungu, tey í miðjum aldri, ella tey eldru, so er greiður meiriluti ímóti:


%-vísa býti í aldursbólkum við veljarakanningina

í febr. 2001 - tils. 1239 persónar


Aldur Ja Nei Veit ikki Tils.


18-24 39 45 16 100

25-34 40 50 11 100

35-44 40 48 12 100

45-54 38 48 14 100

55-64 42 49 8 100

65-74 29 62 10 100

75 o.e. 29 59 11 100

Tils. 38 51 11 100


Stabbamynd íð vísir %-vísa býtið í hvørjum

aldursbólki sær

Hóast veljarakanningin kolldømir fullveldisætlanina, vísir hon tó samstundis á, at veljararnir kortini vilja hava eina loysn í sjálvstýrismálinum. Høvdu teir vent øllum baki, so hevði Sambandsflokkurin verið tann stóri sigursharrin, men tað var hann jú ikki. Veljararnir taka Javnaðarflokkin fram um Sambandsflokkin, og gera hann til næststørsta flokkin, og er tað týðuligt tekin um, at hóast fólk vraka fullveldið, so vilja tey ikki, at onki skal henda, at vit bara skulu halda áfram sum higartil uttan broytingar.

Tí vísir veljarakanningin eisini á, at alternativið til ta kolldømdu fullveldisætlanina nú er sjálvstýrislógin ella líknandi alternativ sjálvstýrisskipan. Bert við at skapa parlamentariskar møguleikar fyri hesum, ber til at tey góðu orðini hjá varaløgmanni gerast veruleiki, um at?samstarvið millum Føroyar og Danmark kann bert gerast gott, trygt og mennandi, tá talan er um tveir javnbjóðis partar, ið hava fulla ábyrgd hvør av øðrum?.