Ein nýggj veljarakanning í Katalonia, ið spanska blaðið El Mundo hevur bílagt frá Sigma Dos, vísir at fólkið er so gott sum tvíbýtt, tá tey verða spurd um hvønn fólk tey ætla at velja á valinum 21. desember. Tað er nevniliga tætt millum loysingar- og sambandsflokkarnar. Av teimum 1.000 fólkunum, ið tóku lut í veljarakanningini, søgdu 43,4 prosent, at tey ætla at velja ein av sambandsflokkunum, meðan 42,5 søgdu, at tey ætla at velja ein av loysingarflokkunum. Tað skrivar Reuters tíðindastovan.
Veljarakanningin er kunngjørd sama dag sum hundraðtúsundtals katalonar hava fylt gøturnar í Barcelona fyri at vísa stuðul til eitt sameint Spania. Fríggjadagin samtykti katalonska tingið at loysa frá Spania, men sama dag samtykti spanska tingið at upploysa katalonsku stjórnina, koyra tingið til hús og útskriva nýval til at vera 21. desember. Veljarakanningin bleiv gjørd frá mánadegnum til mikudagin.
Stríðið millum Katalonia og Spania kyknaði av álvara fyrr í mánaðinum, eftir at ein stórur meiriluti var fyri loysing frá Spania á eini fólkaatkvøðu 1. oktober. Men hóast 90 prosent atkvøddu fyri loysing, so var vallutøkan einans á umleið 40 prosent. Mett hevur verið, at ein orsøk til lágu vallutøkuna var, at sambandsfólk vóru verandi við hús, eftir at Hægsti rætturin hevði staðfest, at fólkaatkvøðan var ólóglig, tí hon var brot á grundlógina.