Norðlýsið hevur í morgun kunngjørt eina veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt fyri miðilin. Úrslitið vísir, at samgongan av álvara missir undirtøku, um val hevði verið í dag.
Javnaðarflokkurin fer frá 25,1 prosentum við seinasta val niður í 15,3 prosent í kanningini. Tað merkir, at flokkurin hevði fingið 5 fólk vald, um val var í dag. Tjóðveldi hevði somuleiðis mist. Frá at flokkurin fekk 20,7 prosentstig til seinasta val, fær hann í kanningini 17,5 prosentstig og hevði fingið ein 6 fólk vald, um val hevði verið í dag.
Hin samgonguflokkurin hevði hinvegin vunnið ein tinglim, um val var í dag. Tí kanningin vísir, at frá at fáa 6.9 prosent til seinasta val, hevði Framsókn fingið 7.6 prosent í dag og harvið fingið 3 tinglimir valdar.
Andstøðan stendur seg væl í kanningini. Fólkaflokkurin hevði farið frá 18.9 prosentstigum til seinasta val, til 25,2 prosentstig, um val var í dag. Tað merkir, at Fólkaflokkurin hevði fingið 8 tinglimir, um val var í dag. Sambandsflokkurin stendur seg somuleiðis væl. Tí frá at fáa 18.7 prosent av atkvøðunum til seinasta val, hevði flokkurin fingið 24,2 prosent av atkvøðunum, og harvið 8 tinglimir, um val var í dag.
Miðflokkurin hevði fingið ein eitt sindur størri part av atkvøðunum – frá 5.5 prosentum frá seinasta val til 6,1 um val var í dag. Flokkurin hevði tó staðði í stað við talið av tinglimum, sum merkir 2 tinglimir. Sjálvstýri hevði eisini staðið í stað í prosentunum – 4.0 til seinasta val og 4.0 til hetta valið. Men sambært kanningini hevði býti millum flokkarnar kortini viðført, at Sjálvstýri hevði mist ein tinglim.