Ríkis- og stjórnarleiðarar í ES nærkast sambært sendifólkum eini avtalu um eina størri kabal um hægstu størvini í ES, eftir at tey hava samráðst í alla nátt.
Avtalan fer at gera Frans Timmermans, sum nú er fyrsti næstformaður í ES-nevndini, til nevndarformann og Kristalina Georgieva, sum er aðalstjóri í Heimsbankanum, til ES forseta.
Sendimenn siga tó, at tað enn eru fleiri av eysturlondunum, sum eru ímóti Timmermans.
Tann 58 ára gamli hollendingurin, sum í løtuni er næstformaður í ES-nevndini, hevur klovið ES-londini.
Hann hevur ført orðið í fleiri málum hjá ES ímóti eitt nú Ungarn og Póllandi, har fólkaræðisligar aðalregnur og ES-virðið sambært nevndini og einum stórum meiriluta av ES-londunum, hava verið kúgað.
Forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orbán, hevur í brævi í gjár kalla tað eitt »søguligt mistak«, um Frans Timmermans verður valdur til formann.
ES-toppfundurin skuldi byrja í gjárkvøldið klokkan 18. Men hann varð útsettur nakrar tímar, tá tørvur var á at tosa meira saman, áðrenn til bar at savnast um tað stóra runda borðið.
/ritzau/