Velja útbúgving fram um arbeiði

Arbeiðsloysið ger, at ung eftir lokna miðnámsútbúgving ikki arbeiða eitt ár fyrst men fara beinleiðis í gongd við at lesa víðari.

Talið av arbeiðsleysum fólkum er minkað seinastu tvey árini. Í november var talið á arbeiðsleysum komið niður á 1234 fólk. Hesi fólkini eru antin í ALS, ella tey fáa forsorgarhjálp.

Minkandi arbeiðsloysið merkir ikki eintýðugt, at samsvarandi tal av fólki er komið í arbeiði.

Fyrr var vanligt, at tey, sum høvdu tikið prógv frá miðnámsskúla, arbeiddu í eitt ella tvey ár, áðrenn tey fóru burtur at nema sær hægri útbúgving. Men so er ikki longur.

- Vit vita, at nú fara tey flestu beint eftir skúlan av landinum, sigur Eyðfinnur Finsson á hagdeildini á Hagstovu Føroya.

Eingi hagtøl eru, sum siga, hvussu nógv ung arbeiðsleys fólk, sum ikki kunnu fáa frá ALS, búgva heima hjá foreldrunum. Heldur ikki ber til at siga, hvussu nógv fólk ongan stuðul fáa, av tí at makin hevur inntøku.