Eyðun Klakstein
Næmingarnir, sum fara í 10. flokk í einum av framhaldsdeildunum í høvuðsstaðnum komandi skúlaár, skulu taka eina stóra avgerð í vikuskiftinum.
Tá skulu tey avgera, hvørjari breyt tey hava hug at ganga á seinasta fólkaskúlaárið.
Nýggja fólkaskúlalógin hevur havt við sær ein øðrvísi 10. flokk. Serliga í Havn, har næmingarnir kunnu nú velja millum 10 ymsar breytir, har tey fáa serliga vitan, royndir og undirvísing á einum øki.
Eingin lærugrein er kravd í 10. flokki longur, og tí er tað upp til teir einstøku skúlarnar og næmingarnar at leggja seinasta fólkaskúlaárið til rættis. Nógvir skúlar hava ikki gjørt stóru broytingarnar í undirvísingini, eftir at nýggja fólkaskúlalógin kom í gildi fyri hálvum øðrum ári síðani, men í høvuðsstaðnum eru tey farin á ymsar breytir at skreiða fram móti víðari skúlagongd.
Summi hava hug til tónleik ella ítrótt, meðan onnur heldur vilja arbeiða við samfelags- ella vinnulívsevnum. Og øll hesi tilboð, og onnur, eru til taks, tá høvdini hetta vikuskifti skulu leggjast í blot.
Lærararnir boykottaðu kunningina
Í vikuni vórðu næmingarnir kunnaðir um tær ymsu breytirnar, og um hvussu tey skulu velja.
Men kunningin fekk eitt skot fyri bógvin, tá Føroya Lærarafelag heitti á sínar limir, um ikki at taka lut í kunningini. Hetta hevur tilknýti til sáttmálasamráðingarnar, sum eru í løtuni.
? Hetta var stórt spell, tí tað eru lærararnir, sum sita við royndunum frá teimum ymsu breytunum, og tí kundu teir givið nágreiniliga kunning um tað, sum fer fram, og tað, sum krevst av næmingunum, sigur Niels Nattestad, stjóri á Venjingarskúlanum í Havn.
Leiðslurnar í skúlunum í Havn gjørdu sítt til at kunna um breytirnar, og á næmingarnir skulu møta aftur í skúlanum eftir vikuskiftini, skulu tey hava gjørt upp við seg sjálvi.
Tá skulu tey lata inn valini, sum tey hava gjørt.
Næmingarnir kunnu velja millum náttúru-, vinnulívs-, sjóvinnu-, samfelags-, ítrótta-, lista-, miðla-, handverks-, tónleika- og húsarhaldsbreyt. Allar hesar breytir eru lýstar í einum litríkum faldara, sum skal virka sum sølufremjandi tiltak fyri 10. flokki.
Vel tær tí egna 10. flokk, er boðskapurin, og grundgevingarnar fyri skipanini eru bæði stórar og smáar. Næmingarnir skulu búnast og mennast, og teir skulu hava eitt øðrvísi spennandi skúlaár.
Ein breyt uppsøgd
Summar breytir eru betri umtóktar enn aðrar. Tað eru serliga ítrótta- lista- og miðlabreytin, sum nógvir næmingar hava hug til.
Ein breyt varð uppsøgd til komandi skúlaár. Tað var lestrarbreytin, sum næmingarnir høvdu lítlan áhuga fyri. Ein onnur breyt varð ikki gjøgnumførd í hesum skúlaárinum, og tað er samfelagsbreytin, men hana hava næmingarnir aftur møguleika at velja í ár.
? Vit vóna, at tað fer at bera til at gjøgnumføra allar 10 breytirnar, og at allir næmingarnir fáa tað breytina, teir hava bestan hugin til, sigur Niels Nattestad, skúlastjóri.
Tað er einki krav um, hvussu nógvir næmingar skulu verða til hvørja breyt. Hetta metir leiðslan um, eftir at næmingarnir hava valt.
? Skipanin við breytunum ger, at so at siga allir næmingarnar sleppa at takast við okkurt, sum teir hava hug til, og vit eru sum heild sera vælnøgd við hesa skipan. Hon hevur skapt økt samstarv millum skúlarnar í Havn, og næmingarnir hava fingið nýggjar møguleikar í 10. flokki.
Tveir dagar verða brúktir hvørja viku til breytirnar, og hinar dagarnar eru lærugreinirnar meira vanligar. Men eingin lærugrein er kravd í 10. flokki, og tí skulu næmingarnir sjálvir avgera, hvat tey skulu brúka teir kravdu 28 tímarnar um vikuna til.
Fleiri enn 150 næmingar skulu í vikuskiftini avgera, hvørja breyt tey skulu velja.










