Longu nú verða fyrstu málpolitisku tilmælini gjørd til veruleika. Eftir uppskoti frá Málstevnunevndini og Føroysku málnevndini hevur landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, ásett árliga Móðurmálsdagin, har ársins Málrøktari eisini verður kosin.
Persónur ella virkið
Dagurin verður hildin á føðingardegi V. U. Hammershaimbs, 25. Mars. Hóast stundir ikki vera til at gera tað stóra burturúr degnum í ár, helt Mentamálaráðið tað hava týdning at seta hol á átakið longu nú.
Enn verður arbeitt við at leggja dagin til rættis, men longu nú er greitt, at 25. mars í ár skal vera fyrsta høvið at heiðra ein persón ella eitt virki, ið hevur verið við til at røkja og ríka føroyska málið í serligan mun.
- Vit ivast ikki í, at ein slík Málrøktarvirðisløn fer at eggja fólki til at brúka gott føroyskt mál. Eg ímyndi mær eisini, at ein málvirðisløn, sum hendan, kann skunda undir kjak um, hvat er gott mál, og kjak um málið er altíð gott, sigur Martin Næs, deildarleiðari í mentamálaráðnum.
Sum vit skilja, hevur Mentamálaráðið longu sett kikaran á ein serliga ídnan málrøktara, men meir vilja tey ikki avdúka fyribils. Bara at viðkomandi persónur ella virki er ein, vit kenna, og sum umframt heiðurin fær eina peningagávu handaða 25. mars.










