Velja ársins fyrstahjálpara mikudagin

Mikudagin fer Reyði Krossur í Føroyum at velja ársins fyrstahjálpara. Millum jólanna bjóðaði Reyði Krossur øllum at senda uppskot inn um, hvør hevði uppiborið heiðurin at verða ársins Fyrstihjálpari.

Suni Vinther í Reyða Krossi í Føroyum, sigur, at fimm uppskot komu inn og burtur úr teimum eru tríggjar hendingar, ið fevna um einstaklinga avrik, tilnevndar at velja ímillum

Og tað verður mikudagin klokkan 15, at Reyði Krossur fer at avdúka, hvør fær hetta herðaklappið og tað verður í hølunum hjá Reyða Krossi Føroya á Bryggjubakka, at tað fer fram