Velja próstadømisráð

Nýtt próstasømisráð skal veljast innan 1. apríl, hóast ráðið, sum situr, bert hevur sitið hálvt valskeið. Valið, sum nú verður, verður hildið av praktiskum orsøkum

Kirkjumál


Nýtt próstadømisráð skal veljast innan 1. apríl. Valskeiðið er fýra ár, og nýggja ráðið fer at loysa tað sitandi próstadømisráðið av, hóast hetta bert hevur sitið hálvt skeið.
?Tað hevur tó á ongan hátt nakað við trupulleikar av nøkrum slagi at gera, sigur Hans Jacob Joensen, biskupur, sum er formaður í valstýrinum fyri próstadømisráðsvalið. Grundin er tann, at lógin um próstadømisráð sigur, at próstadømisráðið skal vera valt í seinasta lagi 1. apríl árið eftir, at kirkjuráðsval hevur verið. Kirkjuráðsval var í fjør, og tí skal so próstadømisráðið veljast í ár.
Lógin um próstadømisráð í Føroyum kom i gildi á nýggjárinum ár 2000, og varð fyrsta próstadømisráðið tá valt.
Av tí, at hetta var mitt í millum tvey kirkjuráðsval, gjørdist skeiðið hjá hesum fyrsta ráðnum bara hálvt. Nú verður so eftir lógini aftur val, og nýggja ráðið fer so at sita í fýra ár.
?So tað, at val er longu aftur, er bara av praktiskum orsøkum og fyri at fylgja lógini, sigur biskupur.
Próstadømisráðið er í grundini fíggjarnevndin hjá føroysku fólkakirkjuni og verður valt millum kirkjuráðslimir og prestar. Tað sita fýra fólk í próstadømisráðnum.
Tann, sum valdur verður í próstadømisráðið, skal vera limur í fólkakirkjuni, sigur biskupur. Men annars ligur eingin treyt við valbarinum soleiðis. Tað er ikki so, at ráðslimirnir skulu vera kirkjuráðslimir ella kirkjutænarar ella nakað soleiðis.
Áhugin fyri próstadømisráðsvalinum tykist stóru, sigur Hans Jacob Joensen, biskupur. Tá vit tosaðu við hann í gjár, var kortini bara ein listi innkomin, men hann væntaði, at fleiri fóru at koma, áðrenn freistin at stilla upp er úti í kvøld klokkan 19.00. Fleiri fólk hava víst áhuga fyri valinum og spurt seg fyri um ymiskt.
Biskupur byggir metingar sínar á seinasta valið, sum var. Tá valdu væl oman fyri 90 prosent av teimum, sum valrætt høvdu.
Tað eru 60 kirkuráð í Føroyum, og talið á kirkjuráðslimum liggur oman fyri 400, sigur biskupur. Umframt koma so prestarnir, sum eisini hava valrætt.
Av tí, at bara fýra limir verða valdir, verða tað tey økini, har flestar kirkur eru, sum fáa valdar limir. Tó kunnu listasamgongur gerast, sum á tann hátt kunnu fáa ein lim valdan í próstadømisráðið. Og tað varð eisini gjørt onkunstaðni seinast, sigur biskupur.
Til sjálvt valið sendir valstýrið øllum kirkjuráðunum vallista og annað valtilfar. Tey, sum valrætt hava, fáa so eina ávísa tíðarfreist at velja í, áðrenn listarnir verða sendir aftur. Um tað hendir, at onkur listi ikki verður brúktur, einki val verður, ella hvat nú henda kann, skulu teir óbrúktu listarnir eisini sendast aftur, greiðir biskupur frá.
Talt verður síðan upp sum við eitthvøt annað val, og uppteljingin er almenn.
Prósturin hevur dagliga raksturin hjá ráðnum um hendur. Tað verður gjørt av skrivstovu hansara. Eisini hevur hann rætt at møta á fundum hjá ráðnum, sum ráðgevi. Men hann hevur ikki atkvøðurætt á fundunum Tað hava bara teir fýra valdu limirnir. Eingin føddur limur eru í próstadømisráðnum.