Vinnunevndin hjá Løgtinginum hevur fund í dag klokkan 11, og fyrsta punktið á dagsskránni í dag er val av nýggjum formansskapi. Sama mál var á skránni til fundin í gjár, men fundurin varð avlýstur.
Róð hevur verið framundir, at rok er um formansvalið, tí andstøðan hevur meirilutan í vinnuneg hevur tí avgerðina.
Men Sjálvstýrisflokkurin er í valbólki við samgonguna – og tí hevur Sjálvstýrisflokkurin fingið ávísar sessir í telving saman við samgonguni. Tí fer flokkurin valla at taka ein formanssess frá samgonguni, hóast møguleikin er til staðar.
Umframt at skipa seg við nýggjum formansskapi skal vinnunevndin viðgerða løgtingsmál nummar 4/2017, sum er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svarkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017 (Revsiheimild fyri brot á sáttmála), og løgtingsmál nr. 9/2017, sum er uppskot til Løgtingslóg um at seta nýggjan partapening í P/F Fiskaaling.