Fyrireikararnir av ólavsøkukonsertini hava drigið eina forkunnuga kanin burtur úr hattinum, nú ársins størsta konsert skal haldast.
Teir tiltiknu Føstufressarnir við Terja Rasmussen á odda verða høvuðsnavn á konsertini í ár, og teir hava ikki spælt á føroyskum palli í langar tíðir. Bólkurin kom í 1990 við síni einastu útgávu, sum mong halda vera besta føroyska tónleikaútgávan nakrantíð.
Bólkurin fer at spæla við síni upprunaligu manning, og sangirnir á útgávuni verða á skránni.
Hetta fer uttan iva at lokka tilkomin fólk á konsert.
Tað sama fara Frændur at gera. Kanska best umtókti bólkurin í landinum gjøgnum tíðina fer at spæla á konsertini aftur í ár.
Velja eftir dygd
Umframt tey bæði gomlu nøvnini verða fleiri yngri, men samstundis kend nøvn við á konsertini í ár.
? Vit hava valt bólkarnar eftir dygd. Bæði Prix Føroyar og G! festivalurin hava tungan og ráan tónleik, men soleiðis verður ikki á ólavsøkukonsertini. Vit vilja hava tónleikarar at spæla, sum duga at stemma síni ljóðføri, sigur Kaj Johannesen, formaður í Føroyar Undirhaldstónleikarafelag (FUT), og sipar helst til, at talan skal vera um góðan og væl spældan tónleik.
Tað er FUT, sum skipar fyri konsertini, og ársins konsert er tann 18. í røðini.
20 sleppa ikki við
Umframt Føstufressar og Frændur fara Paradox, Headache Blues Treo, Déjá Vu, Take Off, All That Rain, roWan og Troels Skovgaard at spæla.
Flestu av hesum bólkum eru kendir í Føroyum, og teir hava áður víst stórar dygdir sum konsertbólkar.
Paradox er vinnarin av PopTop kappingini, og tað er siður, at hesin bólkur sleppur at byrja ólavsøkukonsertina. Troels Skovgaard er virdur danskur gittarspælari.
Umframt tey 10 nøvnini, sum eru komin á plakatina, vóru tað nógv onnur, sum vildu sleppa við til stóru konsertina.
? Ólavsøkukonsertin er vorðin tann størsta konsertin í landinum, og tað er stórur áhugi millum tónleikarar fyri at sleppa at verða við. Tað standa eini 20 bólkar og banka upp á hurðina, men vit kunnu ikki taka fleiri við, sigur Kaj Johannesen, formaður í FUT.
Frá tapi til avlop
Ólavsøkukonsertin hevur seinastu árini fingið alt meira vind í seglini. Fyri sjey árum síðani vóru eini 600 fólk á konsert, men seinastu árini hevur talið ligið um tey 3000.
Síðani konsertin fekk innivist í Kommunuskúlagarðinum miðskeiðis í høvuðsstaðnum hevur grundarlagið undir konsertini verið tryggjað. Harafturat hava fyrireikararnir roynt at fingið væl umtóktar konsertbólkar at spæla, og tað hevur lokkað fólk.
? Ólavsøkukonsertin var í nógv ár eitt býtisbarn, men seinastu árini hava vit vent einum buldrandi undirskoti til eina javnvág, og eisini tónleikarar hava fingið gleði av hesum, tí vit hava kunnað gjørt ymisk tiltøk saman við teimum, sigur Kaj Johannesen.
? Eitt nú eru vit ein partur av Prix Føroyum og brúka pengar til tað, og í fjør gjørdu vit eina fløgu við livandi tónleiki.
Garvaður debutantur
Føroysku tónleikabólkarnir vilja sera fegnir sleppa at spæla á ólavsøkukonsertini, tí teir vita, at talan er um størstu konsert av slíkum lagi í landinum.
Seinastu árini hava fleiri enn 3000 fólk verið á konsertini hvørja ferð.
? Ólavsøkukonsertin er nakað serligt, og tí er tað spennandi at sleppa at vera við. Skráin í ár er eisini tann besta nakrantíð, og hon fer at lokka eina stóra fjøld, halda teir í Déjá Vu.
Ein royndur tónleikari, sum ongantíð áður hevur spælt á ólavsøkukonsertini, er Edvard Nyholm Debess. Hann hevur verið virkin tónleikari í nógv ár, men hann hevur ongantíð staðið á palli til ólavsøkukonsertina.
Nú skal hann spæla saman við bólkinum Headache Blues Treo.
? Eg havi í nógv ár verið granni til konsertina og havi hoyrt tónleikin, meg eg havi ongantíð verið á pallinum. Tað er helst tilvildarligt, men nú sleppi eg so at royna tað, sigur Edvard Nyholm Debess.
Konsertin byrjar sunnukvøldið 27. juli kl. 21.00.
- - -