Velja at gera arbeiði í Føroyum

Í nakrar dagar hevur íslendskur uppsjóvartrolari ligið við bryggju í Havn, har ymiskt viðlíkahaldsarbeiði verður gjørt.

Í nakrar dagar hevur íslendski uppsjóvartrolarin, Jón Kjartansson, ligið við bryggju hjá Mest í Havn. Tað er ymiskt viðlíkahaldsarbeiði, sum skal gerast, og so skal ein av stóru kranunum á dekkinum eisini skiftast. Tað er felagið Eskja hf á Eskifirði, sum eigur skipið.

 

Facebook-síðan hjá Føroysku Sjómansmissiónini veit at siga, at Jón Kjartansson er bygdur í 2003 til Hetlands, og tá kallaðist skipið Charisma. Síðan er uppsjóvartrolarin keyptur til Íslands, har hann fekk sama navn, sum gamla skipið hjá felagnum hevði.

 

- Trolarin er 70.7 metrar langur og 14,5 metrar breiður. Hann lastar 2200 tons, og motorurin er ein 6000 kw. MAK, verður lagt aftrat.

 

Mánadagin vitjaði sjómanstrúboðarin umborð og heilsaði upp á nakrar av manningini. Teir eru bara fýra mans umborð, nú skipið liggur í Havn. Ein stýrimaður og tríggir maskinmenn. Teir vóru blíðir við Tórleif Johannesen, og stundir vóru bæði til drekkamunn, prát og bøn.

 

- Vanliga eru 10 mans við, men 15 hoyra til skipið. Árið er líka sum býtt upp í tíðarskeið, har vit royna eftir teimum fýra fiskasløgunum, vit hava loyvi at royna eftir. Í januar og februar fiska vit lodnu, frá mars til mai svartkjaft, og síðan fiska vit makrel frá juli til september.

 

Lagt verður aftrat, at í oktober verður farið á sild, og síðan verður farið á svartkjaftaveiði aftur í desember.