Fugloyar kommuna telist millum okkara smæstu kommunur, og borgarstjóri er Amalia í Frammistovu, sum býr á Kirkju. Oyggin er hin minsta av Norðoyggjum, stívliga 11 ferkilometrar stór. Landslagið er høgt, og smáir møguleikar eru til havnalag, tí bæði Kirkja og Hattarvík eru brimpláss við hvør sínari lending.
Tað er meira enn ein fjórðingsøld, síðan vegasamband gjørdist veruleiki millum bygdirnar. Sum árini eru liðin, og lítið er gjørt við hetta vegastrekkið, verður í næstum neyðugt hjá Landsverki at fremja nakrar ábøtur. Ikki minst eru tað pelar í bilverjuni, sum er burtur, brotnir og rotnir á ávísum teinum.
Men, hóast Fugloyar kommuna er fáment, eru ymiskir batar í væntu í ár. Oyggin hevur avbjóðingar við drekkivatninum, og oyggin hevur avbjóðingar við ruskinum ella renovatiónini, eins og oljutunnurnar nú fara í søguna.
Amalia í Frammistovu, borgarstjóri í Fugloyar kommunu, sigur, at arbeitt verður við at skipa renovatiónina, soleiðis at kommunan fær eitt veruligt bingjupláss, sum helst fer at liggja í grótbrotinum millum bygdirnar.
- Vit hava keypt ruskíløt til øll húski í oynni, og hetta er so byrjanin til at loysa málið um renovatiónina. Skipanin hevur verið hon, at fólk sjálvi eru farin við ruskinum, sum er koyrt í smáar bingjur, sigur hon.
Eitt, sum fer at lætta ógvuilga nógv um hjá fugloyingum í ár er, at fólkið í bygdunum fer at sleppa av við oljutunnurnar. Tað hevur verið ógvuliga strævið við oljutunnunum, og tað er ikki langt síðan, at fugloyingar noyddust at stríðast við hesar tungu tunnurnar fyri at fáa oljuna upp á pláss.
Amalia í Frammistovu sigur, at seinasta árið hava tey í Fugloy havt ta skipan við Strandfaraskip Landsins, at maðurin, sum hevur tænastuna hjá strandferðsluni í Fugloy um hendi, eisini hevur koyrt tunnurnar av lendingini og heim til húskini í oynni við sínum kranabili.
- Men, áðrenn vit fingu hesa skipan, noyddust vit sjálvi at syrgja fyri at fáa oljutunnurnar heim til húsa.
Borgarstjórin fegnast um, at ein nýggj skipan nú er nær, har Magn kemur út í oynna við flytbarum oljutanga, og síðan er eitt samstarv skipað millum Magn og SEV, sum hevur oljutangar og el-verk í Fugloy.
- Ætlanin er, at tað verður sami maður, sum veitir tænastur fyri strandferðsluna, sum eisini kemur at taka sær av oljuveitingini fyri Magn. Hetta verður ein veldugur og kærkomin lætti hjá okkum, sum búgva í Fugloy, og ætlanin er, at nýggja skipanin skal setast í verk tíðliga í summar, sigur Amalia í Frammistovu.