Veldugur kalvi - 629 pund!

Norðmaðurin Tom Richard Kristiansen fekk ein veldugan kalva í gørnum sínum herfyri. Hetta er størsti kalvi, sum er veiddur í norskum sjógvi Nógvir stórir kalvar eru veiddir kring um á høvunum, eisini her í føroyskum sjógvi.

Kalvin, sum norðmaðurin Tom Richard Kristiansen herfyri fekk í gørnum sínum í Noregi, man teljast millum teir heilt stóru.

Í øllum førum skrivar Fiskaren, at hetta er størsti kalvi, sum veiddur er í norskum sjógvi.

Metið frammanundan var 290 kilo - ella 580 pund, men kalvin hjá Tom vigaði 314,5 kilo, sum er heili 629 pund.

Kalvin var tríggjar metrar langur og ein metur breiður.

Tað er ein ordans fiskur!

Eigur onkur lesari eina góða kalvamynd, eru viðkomandi vælkomin at senda hana til okkara.