- Vit eiga lut í einum velduga stórum tilfeingi av uppsjóvarfiski, men vit eiga eisini at liggja fram við eftir tí parti, sum ikki er okkara. Seta vit ov strong krøv til okkara egna fiskiflota um hesi viðurskifti, er ikki óhugsandi, at hetta er eitt óheppið signal at senda øðrum, sum møguliga kunnu gerast partur av okkara rávørugrundarlagi.
Tað sigur Sigurd Simonsen, sum vísir á, at tey 150.000 tonsini av makreli, sum Føroyar tillutaðu sær í 2011 og sum helst verða tillutaði aftur í 2012, ikki verður tonsatalið upp á longri sikt.
- Hinvegin eiga vit okkara part av makrelinum, eins og vit eiga okkara part av sildini og svartkjaftinum.
Borgarstjórin væntar, at okkara partur av makrelinum, tá Føroyar aftur gerast partur av eini nýggjari avtalu, verður væl størri, enn hann hevur verið í gomlu avtaluni. Hann væntar eisini, at okkara prosentpartur av sildini fer at veksa – og av heildarkvotuni av svartkjafti eiga vit okkara 26-27%, sum við veksandi heildarkvotu er eitt rættiliga stórt tonsatal.
- Eg vænti, at okkara partur av hesum trimum fiskasløgunum upp á sikt fer at liggja millum 300.000 og kanska 500.000 tons, og tað er ein velduga stór ráfiskanøgd, sum saktans kann deilast yvir fleiri enn tvey virkir sum matfiskur.
Borgarstjórin vísir á, at hetta er bara okkara partur av tilfeinginum. Aftrat hesum kemur so øll rúgvan av uppsjóvarfiski, sum londini, vit samstarva við, kunnu veiða, og her er tað ógvuliga umráðandi, at vit eisini fáa okkara lut í hesum.
- Tað er her, at tað er so umráðandi hjá okkum at vera kappingarførir í prísi og ikki minst við øllum teimum tænastum, sum eitt nú Fuglafjørður hevur at bjóða. Tá kunnu Føroyar skjótt frá at eiga 15-20% av øllum uppsjóvarfiski í Norðuratlantshavi fáa lut í einum nógv størri parti av hesum tilfeingi.
Sigurd Simonsen leggur dent á, at málið hjá Føroyum eigur at vera, at vit skulu hava skulu hava tey bestu virkini.
- Hava vit hesi og eru kappingarførir í prísi, verður trupult hjá uppsjóvarflotanum at sigla fram við Føroyum, sigur borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu.