Gallakvøld
Eftir at Gallakvøldið seinnu árini hevur hildið til í Fuglafirði, høvdu fyrireikararnir úr GÍ hesa ferð gjørt av, at flyta tiltakið til bygdarhúsið í Leirvík. Hetta soleiðis at kvøldið - alt sum tað var - kundi ognast fótbóltinum, heldur enn at talan hevur verið um almennan dans, soleiðis sum tað so ofta áður hevur verið galdandi.
Og sum skilst, so eydnaðist hetta eisini á besta hátt. Nógv fólk var møtt upp til veitsluna, og lagið undir borðhaldinum var somikið gott, at fyrireikarnir púrasta droppaðu ætlaða undirhaldið, sum annars var á skránni. Snøgt sagt, so bóru tey ótta fyri, at hetta fór at køva stemningin nakað, so gott var lagið.
Fagnaður við B36-borðið
Hæddarpunktið á veitsluni var sjálvandi, tá tað eftir borðhaldið varð avúkað, hvørjir spælarar fingu ymsu virðislønirnar. Fagnaðurin var stórur kring flestu borðini, men fáa staðni somikið stórur, sum hann var við B36-borðið. Meistararnir í Formula-deildini gjørdu mest sum slætt borð, og ikki færri enn fimm ferðir vóru boð eftir fólki úr árstalsfelagnum.
Hjá monnunum gjørdist Jákup Mikkelsen stóri sigursharrin, tá hann bæði gjørdist ársins spælari og ársins málverji. Ingi Højsted, sum fyri fyrstu ferð spældi í bestu føroysku deildini í ár, gjørdist ársins stjørnuskot, og fyri at setta prikkin yvir i'num gjørdist Sigfríður Skaale Clementsen ársins venjari. Og eisini á kvinnusíðuni gjørdist talan um steyp, tá Jacob Thomsen fekk heiðurin sum ársins venjari.
KÍ-kvinnurnar plaga vanliga eisini at taka fyri seg, og tað gjørdu tær eisini leygarkvøldið. Rannvá Andreasen hevur í fleiri ár verið roknað millum bestu kvinnuligu spælararnar her á landi, og tað var eisini hon, sum hevði fingið flestu atkvøðurnar, tá talt varð saman. Og á málverjasíðuni áttu klaksvíkskvinnurnar eisini besta kortið. Har tað hjá monnunum var ein klaksvíkingur í Havn, sum fekk heiðurin, var tað hinvegin ein havnarkvinna í Klaksvík, sum fekk steypið hjá kvinnunum, tá Randi Wardum ikki óvæntað varð rópt upp.
Sum stjørnuskot á kvinnusíðuni fall valið á Olgu Kristinu Hansen úr AB. Hon hevur í ár gjørt sera nógv um seg í AB-álopinum. Og tað var ein sjónliga fegin spælari, sum tók ímóti heiðrinum, sum hon vann í kapping við Jacobu Langgaard og Heidi Sevdal úr GÍ.
Gyltu skógvarnir
Og so var hetta sjálvandi eisini kvøldið, har gylti skógvurin frá Thomas Dam Ítrótti skuldi latast. Hesa ferð vóru tað Malena Josephsen og Christian Høgni Jacobsen, sum áttu flestu málini í fremstu deildunum.
Hjá Christian Høgna hendi hetta í harðari kapping við Sorin Anghel. Men tá hesin hevði leikbann seinasta umfarið, fekk Christian Høgni spurta seg einsamallan á odda. Heilt sørur gjørdist Sorin tó ikki. Fjeppararnir hjá Dimmu høvdu nevnliga gjrøt av, at hann skuldi hava ein serstakan heiður, og fyri hetta fekk hann heiðursbræv.