Fótbóltur
Arnbjørn T. Hansen og Heidi Sevdal vóru bestu fótbóltsspælararnir í føroysku kappingini í 2008. Tað var seinasta niðurstøðan, sum varð gjørd í Miðlahúsinum fríggjakvøldið, har fótbóltsfólk úr øllum landinum vóru komin at seta eitt rimmar punktum fyri kappingarárinum.
Í mun til undanfarin ár, tá skipað varð fyri gallakvøldum, hevði kvøldið hesa ferð broytt navn til fótbóltsveitsla.
Tað merkti millum annað, at talan var um standandi buffet og fría barr, og saman við væl oman fyri 100 væl uppløgdum veitslugestum borgaði hetta fyri einum kvøldið, har fótbólturin var í fokus, men har vinarlag, fótbóltsprát og hugni skaptu karmarnar kring kvøldið.
Hæddarpunktini vóru sjálvandi, tá ymsu handanirnar vóru á skránni, men hóast tað sjálvandi vóru tey fáu, sum sluppu upp á pallin at taka ímóti gávum, so mundu tey flestu í Miðlahúsinum kenna seg sum vinnarar.