Velbastaðvegurin fær nú sítt góða gamla navn aftur. Her tosa vit um tann partin av vegnum, sum gongur úr Marknagili til Velbastaðar.
Í 2008 broytti Landsverk navnið á vegnum av sínum eintingum, og kallaði tað Kirkjubøarvegur, uttan at tað varð viðgjørt í gøtunavnanevndini hjá Tórshavnar Býráð, ella í býráðnum annars. Men nú hevur Tórshavnar Býráð samtykt, at hann skal aftur eita Velbastaðvegur
Á býráðsfundi í havn hóskvøldið varð víst á, at tað fall fólki á Velbastað, og øðrum við, fyri bróstið, at hann brádliga broytti navn til Kirkjubøarvegur.
Og nú hevur býráðið so samtykt, at broyta navnið aftur, so at hann aftur eitur Velbastaðvegur.
Sostatt gongur Velbastaðvegur nú, ikki bara frá rundkoyringini út á Argir, út í Marknagil, men heilt til norðaru omankoyringina til Velbaðstaðar og haðani frá eitur vegurin so framhaldandi Kirkjubarvegur.
Myndin er av www.kortal.fo. Allur vegurin, sum er nummar 12, kallaðist Velbastaðvegur, heilt til Velbastaðar. Men so broytti hann navn til Kirkjubøarvegur. Men nú hevur Tórshavnar býráð so samtykt at hann skal hava sítt upprunaliga navn aftur.
|










