Velbastaðvegur stongdur í dag

Vegna asfaltarbeiði verður Velbastaðvegurin frá Heygsvegnum til rundkoyringina við Velbastaðvegin stongdur fyri allari ferðslu

Vegna asfaltarbeiði verður Velbastaðvegurin frá Heygsvegnum til rundkoyringina við Velbastaðvegin stongdur fyri allari ferðslu í dag. Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá.

 

Vegurin steingist klokkan 8 og verður stongdur til á midnátt. 

 

Tað ávirkar bussleiðina nakað, meðan vegurin er stongdur, og tí koyrir Leið 1 eftir Dr. Dahlsgøtu, Støðlagøtu og Traðagøtu og síðan eftir ferðaætlanini.