Gott er at fara út, men vit missa óneyðuga tey gløggu og virknu, sum áttu at funnið nýggjar vinnur, áttu at sett dám á feløg og ítrótt, áttu at fingið stovnar og fyritøkur at gingið og rigga betur.
Vit kunnu broyta hetta. Vit kunnu skjótt og væl gera neyðugu íløguna í skúlar, kollegiir og granskarar. So kunnu øll velja at byrja útbúgvingina her heima – ella enda hana her. Tí gott er hjá øllum at fara út eina tíð, men miðvíst og aðrastaðni enn bara í júst eitt ávíst av grannalondum okkara.
Útbúgving er sanniliga eisini fyri verkafólk. Hugsa um øll tól í dag. Verkafólkið er mangan serútbúgvið til júst hesa maskinuna ella hasa framleiðsluna. Sama við handverkarum og tøkningum av so mongum slagi. Heldur flyta læraran heim ella skipa útbúgving yvir netið enn at senda øll av stað.
Nógv av hesum er sjálvfíggjandi. Land og fyritøkur brúka milliónir uppá eftirútbúgving uttanlands. Vit kunnu bjóða betri útbúgving bíligari í Føroyum – og seta pengarnar í umferð her heima.
Hetta er bara spurningur um raðfesting. Vilt tú hava skrivstovuveldi, oyðsl og tvass, ja vel so ABC. Vilt tú útbúgving frá vøggu í grøv, ja vel so D í staðin.











