Vel Sjálvstýri!

Sjálvstýri er at stýra sjálvi. Ongin ger tað fyri okkum.

Vit kunnu velja at fáa meiri burturúr fiskinum. Fiska hann tá ið hann er búgvin, lata tey dugnaligastu sleppa framat, fáa til høldar onnur fiskasløg. Her liggur ein milliard og bíðar í øktum útflutningsvirði.

Vit kunnu fáa hitan úr jørðini og streymin úr sjónum. Hetta sparir búskapin fyri milliardina í innflutningi – og skapar arbeiði tá ið íløgur verða gjørdar.

Vit kunnu útbúgva fólk okkara í Føroyum út frá egnum fortreytum og í góðum samstarvi við útlendskar skúlar. Hetta gevur fólkavøkstur og nýggjar vinnur.

Vit kunnu fáa skil á tað almenna. Færri stovnar, færri ráð, kommunur og skúlar. Hetta gevur sparing í rakstrinum, sum ger øðrvísi raðfesting møguliga. Meiri tænastu, betri samskipan, meiri eftirútbúgving og hægri støði.

Vit kunnu flyta skattabyrðuna frá inntøku og vinningi yvir á tilfeingi, dálking og oyðsl. Hetta gevur størri umferð í búskapi og meiri umlegging í vinnu.

Vit kunnu gerast landið við lægri prísum og hægri framleidni, um vit bert tora at lata summu arbeiðspláss fara, meðan onnur verða skapt av alsamt betur útbúnum hondum og høvdum.

Vit kunnu.

Vit kunnu vraka bæði CHE og ABC.

Vit kunnu stýra sjálvi og velja D.