Vel lívið!!!

.

Í døgunum 15. til 22. apríl fær »Føroya Pro Vita« vitjan av enn einum mannarættindastríðsmanni. Hesa ferð er tað norski presturin Ludvig Nessa


At stríðast fyri mannavirði er fyri hin kristna ikki ein søk út úr rúgvuni av søkum. Nei, hetta er sjálv høvuðssakin. Í hesum stríði er eingin valmøguleiki, her ber ikki til at velja frá í mun til hvørjar aðrar góðar sakir eg valdi at taka lut í. Tí alt annað er treytað hetta eina: Menniskjað er skapað av Gudi, í Hansara mynd, og við Gudi einsamøllum sum harra yvir lívi og deyða. Megna vit ikki at halda hesum sannleika føstum, fellur alt annað til jarðar sum eitt korthús. Evangeliið, tann glaði boðskapurin, er besti boðberin um, at soleiðis er støðan: Tað at Guðs sonur fer í deyðan, til tess at frelsa mannabørnini, sigur frá, hvussu stórt virði tey hava í Guðs eygum. Niðurskriva vit hetta mannavirði, tøva vit, og evangeliið tódnar.

»Føroya Pro Vita« hevur tað kristna menniskjasýnið sum sítt grundsjónarmið og sær tað sum sína fremstu avbjóðing, at vekja og kalla til lívs kirkju og allar kristnar meinigheitir inn í stríðið fyri, at bíbliunnar mannasýn gerst høvuðsspurningurin. »Føroya Pro Vita« fer aftur og aftur at heita á teir, sum boða Guds orð, um at taka hetta álvarsemið við í teirra boðan, við inn í bíbliutímarnar og undirvísingina. Vit vilja fegin hjálpa ungdómsleiðarum til at síggja álvaran í hesum og læra tey ungu, at her stendur tað avgerandi slagið. Tey, ið ganga undan í stríðnum, og sum á ymiskan hátt í verki royna at kasta ljós á hetta mannasýn, megu vit geva okkara fulla stuðul. Vit eiga at vera ein mannavirðis frelsunarherur, ið letur orð og gerð ganga hond í hond, bert soleiðis gerast við trúverdug, tað trúvirði, ið orð aleina ongantíð megna at skapa. Men tað byrjar við orðinum. Tað er Guds orð opinberað í Bíbliuni, sum má vera útgangsstøði í stríði okkara við myrkursins lívsfíggindaligu maktir. Tí er spurningurin um Bíbliunnar trúvirði og myndugleika av sonnum ein spurningur, sum viðkemur »Føroya Pro Vita«. Viknar álitið á Guðs orð, viknar samstundis stríðið fyri rættinum til lív og mannavirði.

Okkara grundstøði í tí bíbilska mannasýninum avbyrgir okkum ikki frá at arbeiða saman við einstaklingum og felagsskapum, sum hava eitt annað útgangsstøði í hesum felags stríði. Tað fløvar hjartað at síggja, at tað eru menniskju við heilt aðrari lívsáskoðan, sum vamlast við fosturdráps-ræðuleikan. Á samfelagsins vígvølli vilja vit standa saman við øllum teimum, sum vilja vera við til at lyfta mannavirðið uppaftur úr fosturdrápsins díki og lyfta tað so høgt, at tað gerst lívsrættur til øll, fødd eins væl og ófødd.

Í døgunum 15. til 22. apríl fær »Føroya Pro Vita« vitjan av enn einum mannarættindastríðsmanni. Hesa ferð er tað norski presturin Ludvig Nessa.

Um Knudsen og Nessa skrivaðu norskar avísir: Um teir megna at avtaka »fosturdrápslógina«, vita vit ikki. Men at teir hava bjargað lív, er eingin ivi um. Tað er heldur ikki óhugsandi, at teirra virksemi í longdini fer at vera við til at bjarga túsindum av óføddum børnum, tí norskar mammur og pápar við teirra virksemi fingu kjøthjørtu og opin eygu. Og tá ið tað snýr seg um at bjarga lív, ger tað einki, um onkur metir bjargingarmenn og bjargingarringar óverdugar at vera.

Ludvig Nessa er ein dugnaligur og samvitskufullur prestur. Hann boðar Guds orð einfalt og klárt og er trúgvur ímóti sínum kalli, sigur Odd Sverre Hove, aðalskrivari.

Ludvig Nessa er tann óræddi stríðsmaðurin, sum setir lívið og sítt góða umdømi í váða í stríðnum fyri lívi.

Ludvig Nessa vísir til Luthers frágreiðing til 5. boð, har Luther sigur soleiðis: Um tú sært ein ósekan verða dømdan til deyða, ella koma í eina líknandi neyð, og tú ikki bjargar honum, um tú hevur møguleikan til tess, so hevur tú dripið hann.

Saman við Børra Knudsen mótmælir hann á sjúkrahúsum, og tað hendir av og á, at børn verða bjargað undan fosturtøkulæknans lívtínandi hondum.


Føroya Pro Vita