VEL FRAMTÍÐINA HJÁ BØRNUNUM

Góði veljari! Dagurin í dag er tín.

 

Hjartamál mítt er framtíðin hjá børnum okkara.

 

 

 

Tær avgerðir, sum vit taka í dag um eitt væl útbygt heilsuverk, um tryggleika í gerandisdegnum, um ríkari náttúru, um grønari orku, um burðardyggari framleiðslu, um betri útbúgvingar, um skapandi vinnu, um nútímans samferðslu, um fríðari list, um menning av máli og mentan og fyri  javnbjóðis møguleikum til allar borgarar.

 

 

 

Og tey stig, sum vit taka her heima og úti fram ímóti sjálvbjargni og ábyrgd av egnum landi.

 

 

 

Tey fara at treyta framtíðina og møguleikarnar hjá børnum og barnabørnum okkara. Vónandi velur tú fyri tey í dag. Tað geri E

 

 

 

Gott val!

 

 

 

Kærar heilsanir

Bjørt