Vel borgarstjóra í Havn í Sosialinum

Fólk, sum lesa InternetSosialin, hava nú møguleika at vísa, hvønn tey vilja hava til borgarstjóra í Havn.

 

Møguleiki er at velja ímillum tey seks fólkini, sum fingu flestar atkvøður á teimum seks listunum til kommunuvalið í 1996 - og sum eisini stilla uppaftur hesaferð.

Ávíst fyrifarni skal sjálvandi takast fyri slíkar atkvøðugreiðslur, tí tilvildarlig fólk verða ikki spurd, men tey, ið klikkja seg inn á InternetSosialin, hava møguleikan at velja. Tó ber bert til at velja eina ferð frá hvørjari teldu.

Á middegi í gjár høvdu 143 valt, og var úrslitið hetta:

(A) Jan Christiansen 10%

(B) Heðin Mortensen 12%

(C) Elin Lindenskov 25%

(D) Ronald Poulsen 6%

(E) Leivur Hansen, 32%

(M) Jenis av Rana 15%

Meira sæst á www.sosialurin.fo