Hetta ljóðar fantastiskt. Men er rættiliga einfalt. Vit innflyta óneyðuga fyri milliardina – meira enn kr. 1.000.000.000 – árliga av olju, sjálvt um tøknin er til at fáa hitan úr jørð, lofti, áum og sjógvi.
Uppá stutt sikt fáa vit bast arbeiðsloysinum, tí júst tey ið nú eru arbeiðsleys høvdu kunna arbeitt við íløgum í orku, at bjálva hús, bora hitahol og leggja fjarhita.
Hetta merkir eisini, at vit óneyðuga hava valt teir skeivu livibreyðspolitikarar á Løgting ferð eftir ferð. Í báðum førum ber til at velja øðrvísi.
Sjálvstýrisflokkurin fer at fremja neyðugar umskipanir í fyrisiting og vinnu til at fáa hallið burtur. Men harumframt fara vit at umskipa skattabyrðuna frá køvandi inntøkuskatti til gløggan og grønan skatt.
Vit fara at brúka bæði gularót og koyril. Tá ið ræður um orku, so fáa tú – og fjarðhitafelagið, kommunan og onnur ið tú ert tengdur at – tilboð um orkulán og stuðul til neyðugar íløgur. Hinvegin fáa hini, sum ikki vilja leggja um, tann grøna skattin at føla.
Einfalt. At stýra sjálvi merkir at velja tað skilagóða og frávelja oyðslið – akkurát sum tú og eg gera heima við hús.