Vel Astrið Breckmann á Fólkating

Vit halda fram við góða arbeiðinum hjá Fólkaflokkinum á Fólkatingi.

 

Ein borgarlig stjórn hevur sjálvandi okkara fulla stuðul.

 

Avrikini hjá Fólkaflokkinum á Fólkatingi eru stór:

 

-Bankaavtalan spardi føroyingum 2,5 mia.kr.

 

-Krígspensjónin til sjómenn og einkjur teirra 1,5 mia.kr.

 

-Undirgrundin yvirtikin

 

-Olja og ráevni yvirtikin

 

-Blokkstuðuls-skipanin kom í staðin fyri endurgjald

 

-Norrøna bjargað frá húsagangi (Gamla Norrøna)

 

-Fult Nato-samstarv varð tryggjað Danska Kongaríkinum uttan undantøk

 

-Borgarlig stjórn bjargað ofta bæði í stórum og smáum málum.

 

-Miðlamonopolið brotið í Danmark, tá ið TV2 sá dagsins ljós í 1986, tí Óli Breckmann tryggjaði avgerandi atkvøðuna.

 

Fólkaflokkurin hevur altíð stríðst fyri føroyskum áhugamálum á Fólkatingi.

 

Vit standa fyri frælsi hins einstaka, frælsari vinnu, fyri vesturheiminum, NATO og Ísrael.

 

 

 

Vel Astrið Breckmann á Fólkating.