Veksur við somu ferð

Talið á føroyingum sum hava arbeiði, veksur við somu ferð

Talið á føroyingum, sum arbeiða, er alsamt veksandi, og í mars vóru 26.358 løntakarar í Føroyum. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni. Hagstovan sigur, at sostatt er talið á løntakarum støðugt vaksið síðani 2013, tá ið tað vóru 23.700 løntakarar í Føroyum, og síðani er talið vaksið við somu ferð.

 

Men tað er ein ávísur munur á, hvussu nógv mannfólk eru til arbeiðis, og, hvussu nógv konufólk eru til arbeiðis. Tilsamans eru 13.667 mannfólk til arbeiðis og talið á konufólki, sum er til arbeiðis, er einar 1000 lægri, ella 12.681í tali.

 

Størsta vinnugrein í Føroyum er taann bólkurin ið nevnist almennar tænastur, har 9.904 løntakarar eru. Hinvegin arbeiða 8.782 fólk í privatum tænastum og 4.136 arbeiða í fiskivinnuni. Og í einum øðrum høvuðsbólki, byggivinnuni, eru beint fyri 4000 løntakarar.