Veksandi smitta í 28 norskum kommunum

Vanliga verða færri staðfest smittað við covid-19 um vikuskifti enn í vikuni annars.

 

Í gjár vórðu 481 nýggir smittutilburðir við coronu staðfestir í Noregi. Tað er 277 færri enn miðaltalið seinastu sjey dagarnar sum er 692.

Fríggjadagin vórðu staðfestir 759 nýggir tilburðir og hósdagin 878. 

Seinasta leygardag, sum var páskaaftansdagur, vórðu staðfestir tilsamans 692 nýggir tilburðir.

Størsta smittutal í Noregi í ein dag hevur verið 1150 sum var hin 16. mars.

Í løtuni er smittutalið í 28 norskum kommunum veksandi.

Tilsamans eru 103.200 tilburðir staðfestir í landinum, síðan farsóttin tók seg upp fyri góðum ári síðan.