Veksandi inntøkur í fiskivinnu

Miðalprísirnir á matfiski í donsku fiskivinnuni eru øktir við heili 14% fyrstu níggju mánaðirnar í ár samanborið við somu mánaðir í fjør. Danska fiskivinnuumsitingin hevur nú almannakunngjørt tølini fyri bruttoinntøkuna í donskum fiskiskapi í tíðarskeiðnum januar til september 2010.

Tølini vísa, at stór framgongd hevur verið í inntøkuni, eins og landaðu nøgdirnar eisini eru øktar.

Bruttoinntøkan fyrstu níggju mánaðirnar í ár gjørdist 2,152 miljardir krónur, sum er 32% meiri enn somu mánaðir í fjør.

Landaði eru tilsamans 613.000 tons, sum er ein vøkstur í mun til seinasta ár upp á 3%.

Tað er í fyrsta lagi ídnaðarfiskiskapurin, sum eigur vøksturin í inntøkunum, men bert ein lítlan vøkstur í nøgdunum.

Miðalprísirnir fyri matfisk eru øktir við heili 14% samanborið við somu mánaðir í 2009, eins og landaðu nøgdirnar av matfiski eisini eru øktar eitt sindur.