Fyribils hava 12 føroyskar fyritøkur meldað seg til stóru oljustevnuna, sum verður í Aberdeen í heyst. Men enn eru pláss fyri fleiri fyritøkum á føroyska básinum, umframt at pláss eftir í flogfarinum til og úr Aberdeen til fólk, sum hava hug at vitja í Aberdeen í tríggjar dagar, uttan at hava samband við oljustevnuna annars.
Annars hevur áhugin hjá føroyskum fyritøkum at fara á oljustevnur, verið minkandi síðstu árini.
Á stevnuni í Stavangri í fjør vóru føroyingar ikki við og hetta var fyrstu ferð í 15 ár, at vit ikki vístu flaggið a stevnuni og tá ið stevnan var í Aberdeen seinast, vóru bara fýra føroyskar fyritøkur við.
Av tí sama høvdu tey ikki stórar vónir fyri, at áhugi fór at verða at fara á stevnuna á Aberdeen hesuferð, hóast talan er um eina av heimsins størstu oljustevnu.
Tí kom tað eitt sindur óvart á tey, at undirtøkan er so stór, at 12 fyritøkur hava meldað til.
Lív Lamhauga í Uttanríkisráðnum, sum samskipar ferðina, fegnast um, at undirtøkan at vera við á stevnuni í Aberdeen í heyst, er so stór.
Føroysku fyritøkurnar, sum higartil hava boðað frá luttøku á ?Offshore Europe?, sum stevnan eitur, eru: Atlantsflog, Atlantic Supply Base, Runavíkar Havn, Føroya Tele, Tórshavnar Havn, Atlantic Petroleum, Thor, Supply Service, Faroe Ship, El Service, Pam Offshore og Virkisráðgeving.
Talan er sostatt um eina blanding av privatum fyritøkum og almennum stovnum, sum umboða Føroyar á stevnuni.
Tað er ein drúgv ferð at sleppa úr Føroyum til Aberdeen, tí fyrst skal flúgvast til Keypmannahavnar, síðani til Bergen og haðani til Aberdeen.
Men av tí, at áhugin er so stórur, hava tey umhugsað at leiga flogfar at flúgva beinleiðis úr Føroyum til Aberdeen.
Men tey vilja fegin fylla flogfarið, so enn eru pláss eftir.
- Hetta kann vera eitt høvi hjá vanligum ferðafólki, ella øðrum vinnulívsfólki, at sleppa til Aberdeen, uttan at hava samband við sjálva oljumessuna, sigur Lív Lamhauge.
Tað er ferðaskrivstovan 62ºN travel, sum samskipar flogferðina.
Stevnan er frá 6.-8 september, men ætlanin er at flúgva úr Føroyum tann 5. september og heim aftur sama dag, stevnan endar, tann 8. september.










