Veksandi fremmandahatur í Týsklandi

Fremmandahaturin í Týsklandi er vaksin nógv tey seinnu árini og veksur støðugt. Tað vísir ein nýggj kanning, sum er almannakunngjørd í dag.

Í kanningini sæst, at tað er serliga í tí gamla Eysturtýsklandi, at støðugt fleiri fólk meta útlendingar sum ein trupulleika, og at teir bara koma til Týsklands fyri at gera sær dælt av teimum sosialu veitingunum. Heili 40 prosent hava ta áskoðanina, og tað er tvær ferðir fleiri enn í Týsklandi sum heild.

Sambært kanningini hava 16 prosent av fólkinum í gamla Eysturtýsklandi sera høgravendar áskoðanir, og sagt verður, at veksandi arbeiðsloysi millum tey ungu er viðvirkandi til hetta.

Eygleiðarar vísa á, at tað er ikki bara í Týsklandi, at støðugt fleiri venda sær ímóti teimum fremmandu, men at hetta sama er galdandi í londum sum eitt nú Grikkalandi og Ungarn.