Norðmenn eru aftur í ferð við at nærkast ES. Ein nýggj meiningakanning, sum varð almannakunngjørd í gjár, vísti, at 46 prosent av teimum spurdu høvdu atkvøtt fyri limaskapi, var fólkaatkvøða um spurningin nú.
Ein meiriluti av norsku veljarunum hevur verið fyri ES-limaskapi tað seinasta árið, men støðan broyttist í summar, tá fransmenn og niðurlendingar vrakaðu uppskotið til eina ES-grundlóg. Tá vendu flestu norðmenn ES bakið, og í juni søgdu 59 prosent, at tey vóru ímóti limaskapi, meðan 41 prosent søgdu ja.
Men hendan gongdin er vend nú. Tann nýggja kanningin vísir, at nú siga 54 prosent nei, og 46 prosent siga ja. Samstundis vísir kanningin, at 9,2 prosent av teimum, sum atkvøddu nei á fólkaatkvøðuni í 1994, høvdu atkvøtt ja nú, meðan 11,5 prosent eru farin frá ja til nei.
Men spurningurin um norskan limaskap í ES kemur neyvan upp á tal tey næstu fýra árini, tí tað hevði kostað nýggju stjórnini lívið.










