Borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, sigur, at millum stóru íløgurnar, sum kommunan fer at gera í 2017, er nýggjur dagstovnur við Gøtugjógv, nýggj brandstøð í Leirvík, útstykkingar í Leirvík og Norðragøtu og spillivatnsætlanin fyri kommununa.
Haraftrat er ætlanin at gera fleiri smærri íløgur kring um í kommununi.
- Vit fara eisini at brúka umleið 3,2 miljónir krónur til felagshúsið og fótbóltsvøllin í Sarpugerði. Hesin peningur skal brúkast til liðugtgerð av yvirhæddini, eins og nýggj ljós skulu setast upp við fótbóltsvøllin.
Spurdur um dagstovnin, sum skal byggjast við Gøtugjógv, har dagstovnur frammanundan er, sigur borgarstjórin, at her verður skrivað út ein arkitektakapping, og væntandi verður spakin settu í einaferð í seinnu hálvu av 2017.
- Verandi dagstovnur við Gøtugjógv er upprunaliga bygdur á svimjihylin, sum var her, og sum í sínari tíð gjørdist studentaskúli. Hetta er ein góður stovnur, sum rúmar umleið 64 børnum. Nýggi stovnurin fer hinvegin at rúma umleið 110 børnum.
Hann sigur, at nýggi dagstovnurin við Gøtugjógv verður bygdur í tveimum byggistigum, harav ætlanin er, at fyrsti partur, sum verður vøggustova, skal standa liðugur tíðliga í 2018.
- Tað er ikki óhugsandi, at verandi stovnur við Gøtugjógv kann brúkast til onkur onnur endamál, tá nýggi stovnurin stendur liðugur, sigur Jóhan Christiansen.
Í Eysturkommunu hava tey tann positiva trupulleika, at tað fer at standa á við at útvega dagstovnapláss tíðliga í komandi ári.
- Tað er ikki bíðilisti beint nú, men longu í januar mánaði verða átta børn, sum pláss í løtuni ikki er fyri. Men, her er einki at óttast, tí vit fara at finna eina loysn, soleiðis at eisini hesi børnini fáa ansingarmøguleikar í kommununi.
Jóhan Christiansen sigur, at ymiskir møguleikar eru, og eitt nú metir hann, at møguleikar eru í frítíðarskúlanum í Leirvík.
- Vit fegnast almikið um, at fólk vilja búgva í okkara kommunu, og vit fegnast ikki minni um, at barnatalið veksur, sigur borgarstjórin í Eysturkommunu.