VEKS-samstarvið syndrast

VEKS-samstarvið, ið er samstarvið millum Vestmanna kommunu, Eiðis kommunu, Kvívíkar kommunu og Sunda kommuna á eldraøkinum og innan heimatænastuna, er nú í veruligum vanda fyri at fara í søguna.


Orsøkin er, at Vestmanna kommuna metir, at tey rinda ov nógv til samstarvið. Ósemjan skal snúgva seg um 2,5 milliónir krónur.


Miðlahúsið hevur roynt at fingið eina viðmerking frá borgarstjórunum í samstarvinum, men eingin teirra ynskir at gera eina viðmerking til málið enn.


Keldur hjá Miðlahúsinum vilja tó vera við, at Vestmanna kommuna samtykti á síðsta býráðsfundi at fara úr samstarvinum, og at avgerðin hevur tikið hinar kommunurnar á bóli. Hóast tær hava kent til ónøgdina hjá vestmenningum, so var teirra uppfatan, at ósemjan ikki var størri enn so, at hon kundi loysast.


VEKS-samstarvið fevnir um Heimið á Grønanesi í Vestmanna, Røktarheimið á Mørkini í Streymnesi ogKorndalsbýlið á Eiði.