Uppgávan hjá Eldraráðnum er at upplýsa, ráðgeva og tilmæla tiltøk, sum byggja upp samskiftið millum eldra borgaran og VEKS.
- Ætlanin er sostatt at hvør kommuna sær samtykkir nýggja leistin hjá Eldraráðnum, og at valið til Eldraráðið verður í í heyst og kemur at fylgja kommunuvalskeiðinum. Vit hava í longri tíð arbeitt við at fáa skipað eitt Eldraráð í VEKS, og vóna at hetta er við til at styrkja og uppbyggja góða samstarvið vit hava í VEKS, sigur Jógvan Kruse, stýrisformaður.