Granskingarráðið skipar aftur í ár fyri Vísindavøku. Tiltakið verður 23. og 24. september frá kl. 16 til 21 í hølunum hjá Granskingarráðnum í Vágsbotni, umframt á Fiskatorginum og í Perluni Eisini hava søvnini í býnum opið
Á skránni eru fleiri tiltøk, sum sjónliggera gransking í Føroyum og aðrastaðni og vísa dømi um, hvussu vit brúka granskingarúrslit í gerandisdegnum.
- Endamálið er kunna um og kveikja áhugan hjá føroyingum flest fyri gransking og granskingarúrslitum.
Í Perluni vera styttri framløgur um stjørnuhimmalin, eldgos, heilsu, E-tilfeingi, ull, vekingarrørslur, laksaaling og ruskskiljing.
Í Vágsbotni vera First Lego League royndir, OilSim skeið, sýnisroyndir, teknikrókur og ymsar framsýningar. Tilfar frá tiltakinum ?Vitan á Skák? í SMS fyrr í ár verður at síggja aftur, umframt annað kunningartilfar um føroyska gransking.
Skipað verður somuleiðis fyri gongutúri at síggja Spor í Tinganesi og um viðrar verður kikað eftir stjórnum.
Ger svongdin um seg, fer Birgir Enni at selja fiskasuppa og haraftura hava øll kafé-húsini í grannalagnum eisini opið.