Spenningurin til fólkatingsvalið er stórur í øllum flokkum, og kanska serliga í Fólkaflokkinum.
Annika Olsen er á valcafé í Miðlahúsinum, og Eyðun Klakstein, vertur setti spurningin, sum næstan ikki er at sleppa uttanum, nevniliga hvussu Annika væntar, at komandi trý valini fara at falla út: fólkatingsvalið, løgtingsvalið og formansvalið í Fólkaflokkinum.
- Nú taka vit fyrst fólkatingsvalið og løgtingsvalið, og so mugu vit síggja hvussu tað gongur. Til formansvalið mugu vit bara vita, hvør stillar upp til tað, segði Annika Olsen.
Annars minnist hon væl til valkvøldini, tá foreldrini settust við útvarpslurtið við penni í hond at fylla út valúrslitini frá ymsu valdømunum.
Metaforurin er fótbóltur, og hóast hon vónar eitt óvæntað úrslit, peikar hon á Høgna hoydal og Kaj Leo Johannesen, sum favorittar.
- So mugu vit bara vóna, at okkurt óvæntað úrslit kemur, og at tað verður Fólkaflokkurin, ið stendur fyri tí, segði Annika Olsen.