Vekingarstevna verður í Havn

Komandi vikuskifti verður stór vekingarstevnastevna, kalla FIRE 2000, í Badmintonhøllini í Havn

Tað eru ung trúgvandi í Føroyum, sum hava tikið seg saman fyri at boða gleðiboðskapin um lív, frelsu og frið til øll menniskju.

Talarar verða Karl Johannesen, sum í løtuni gongur á bíbliskúla í Florida, USA, Høgni Johannesen, sum hevur arbeitt sum trúboðari í Pakistan og India og Svenning á Lofti, sum er evangelist her í Føroyum.

Regin Guttesen, Torkil Mørkøre og Saltbrøður fara eisini at framføra nøkur løg. Lovsangurin verður leiddur av einum samansettum bólki úr Eysturoynni.

Tvey seminar verða leygardagin, har dentur verður lagdur á veking, og er tað ungi eiðismaðurin Jógvan Jacobsen, sum fer at hava annað teirra.

Fyrireikararnir ynskja at síggja veking byrja í Føroyum og eld Guds brenna í hjørtunum á teimum trúgvandi. Ynski teirra er at boða eitt reint evangiliið, uttan falsk, hykl ella órætt, einans tað Bíblian sigur, at bjóða øllum trúgvandi av til at liva eitt reint og heilagt lív, eitt lív, sum ærar Gudi.

Byrjað verður fríggjakvøldið kl. 21.00, har Filip Karl Johannesen fer at tala.

Leygardagin kl. 15.00 verður seminar við Jógvan Johannesen.

Leygardagin kl. 17.00 verður seminar.

Leygarkvøldið kl. 21.00 er so Høgni Johannesen á skránni.

Og sunnukvøldið kl. 20.00 verður tað Svenning á Lofti.