Tonny Hermansen, venjari hjá Vejle, sigur við bold.dk, at hann ynskir at fáa føroyska landsliðsspælaran í Vejle hópin. Hóast flytingarvindeygað er latið aftur, so er Jóan Símun Edmundsson ikki umfataður flytingarvindeyganum, tí hann er sáttmálaleysur.
- Hann er ikki úti av myndini enn. Vit tosa leysliga saman og eg vóni, at vit fáa hann knýttan at hópinum. Hann hevði givið okkum ein eyka dimensjón, sigur Tonny Hermansen við bold.dk.
Jóan Símun hevur verið sáttmálaleysur, síðan hann bleiv loystur úr sáttmálanum við norska Viking Stavanger. Hann spældi um vikuskiftið við B68 í venjarakappingini, sum var í Gundadali, men lítið bendir á, at hann spælir við B68 komandi kappingarár.
Jóan Símun hevur allatíð sagt, at hann ynskir at sleppa av landinum at spæla yrkisfótbólt.