Allir tríggir føroyingarnir hjá Vejle, Jóan Símun Edmundson, Viljormur Davidsen og Sonni Ragnar Nattestad byrjaðu allir inni fyri Vejle, tá liðið í næstbestu deildini spældi á útivølli ímóti gamla liðnum hjá Atla Danielsen, Roskilde.
Men tað gekk einki serligt, føroyingaliðið tapti 0-2. Christian Jacobsen skoraði sigursmálið fyri Roskilde, aftaná vánaligt verjuspæl hjá Vejle. Sami Christian Jacobsen økti til 2-0 beint undan dystarloki.
Sambært Vejle Folkeblad flutti Vejle bóltin væl, men liðið kom ikki til serliga nógvar málmøguleikar. Roskilde vóru vandamiklari í álopsstøðunum.
Føroysku spælararnir spældu allir dystin á tamb.
Vejle Folkeblad vísir á, at málini Vejle fær ímóti sær fella aftaná deyðbóltar, og tí má arbeiðast við hjá Vejle framyvir.
Vejle er nummar 9 av teimum 12 liðunum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við 25 stigum. Fimm stig eru niður til niðurflytingarstrikuna. Tíbetur fyri Vejle taptu tvey tey aftastu liðini í deildini. Brønshøj við 19 stigum tapti í Køge, og Fredericia við 20 stigum tapti 1-2 ímóti Viborg á heimavølli.