Vejle við góðum yvirskoti

Felagið, sum var hótt við húsagangi, hevur í dag kunngjørt milliónayvirskot.

Vejle Boldklub, sum hevur føroyska Viljorm Davidsen í hópinum, hevur í dag kunngjørt eitt yvirskot í roknskapinum fyri 2018. Talan er um fyrsta yvirskotið í felagnum í 10 ár.

Yvirskotið er áljóðandi 1,5 milliónir krónur, og stjórin, Henrik Tønder, sigur í tíðindaskrivi, at teir eru sera væl nøgdir við úrslitið.

Eftir kappingarárið 2015/2016 var Vejle tætt við at fara á húsagang. Leikarar rýmdu, og eingin venjari var, men ein væleydnað bjargingarætlan setti ferð á eina gongd, ið nú er vend til yvirskot.

Tað er eitt nú uppflytingin til Superliguna, 100 nýggir stuðlar og ein nýggjur høvuðsstuðul, nevniliga Arbejdernes Landsbank, ið hava verið við til at vent gongdina.

Vejle er í løtuni aftast í sínum bólki í niðurflytingarspælinum og kann enda í beinleiðis niðurflytingardysti, men leiðslan í felagnum væntar yvirskot aftur í 2019 óansæð um felagið yvirlivir í Superliguni ella ikki.