Tað hevur gingið sera illa hjá danska felagnum Vejle seinastu tíðina. Um vikuskiftið tapti felagið heili 7-0 á heimavølli og liggur nú á einum niðurflytingarplássi í næstbestu donsku deildini.
Hetta fekk mánadagin venjaran hjá felagnum, Jens Tang Olesen, at siga seg úr starvinum. Jens Tang Olesen hevur arbeitt nógv sum venjarainstruktørur í Føroyum og hevur í nógv við í føroysku venjaraútbúgvingini.
Nýggjur venjari hjá Vejle verður Mogens Nielsen.