Vejle vann DM undir taki

Um vikuskiftið var spælt um danmarksmeistaraheitið í innandura fótbólti. Vinnarin gjørdist Vejle, sum í finaluni spældi ímóti FC Nordsælandi. Finaludysturin var undirhaldandi, og endin var, at liðið úr Vejle, sum ikki hevur havt nógvar sigrar í fremstu deildini at fegnast um seinnu árini, vann 3-1. Bronsan endaði hjá SønderjydskE.