Vejle uttan nakran føroying

Skaðar gera um seg í Vejle - allir tríggir føroyingarnir í hópinum eru skaddir.

Á pappírinum var talan um truplasta dystin í kappingarárinum, tá ið Vejle í dag skuldi á vitjan hjá oddaliðnum í næstbestu donsku deildini, Viborg. Ikki nokk við tí, so hevði Vejle fleiri leikarar skaddar til dystin í dag, harímillum allar tríggjar føroyingarnar: Jóan Símun Edmundsson, Viljorm Davidsen og Sonna Ragnar Nattestad.


Viborg kom á odda longu í fyrsta minutti, men við málum frá Christian Sivebæk og Henrik Bødker svaraði Vejle væl aftur og kom á odda 2-1. Í seinastu sekundunum av fyrra hálvleiki eydnaðist tað tó Viborg at javna, soleiðis at støðan í hálvleikssteðginum var 2-2.


20 minuttir fyri leiklok var tað avloysarin hjá Jóan Símuni í álopinum, Paul Onuachu, sum legði Vejle á odda 3-2. Tað líktist leingi einum óvæntaðum sigri til Vejle, men fýra minuttir inni í yvirtíðini eydnaðist tað Viborg at javna til 3-3, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.


Útjavnandi málið kom sera illa við hjá Vejle, sum hevði møguleikan at gera eitt lop á stigatalvuni og leggja seg undir liðina á Skive og HB Køge á 6. plássi. Við eina stiginum verður Vejle verandi á 9. plássi við 31 stigum, sum eru sjey stig røttu megin niðurflytingarstrikuna.