Vejle tekur avgerð í næstum

Royndarvenjingin er um at verða liðugt fyri Jóan Símun Edmundsson

Í nærmastu framtíð verður geitt um Jóan Símun Edmundsson skiftir til Vejle ella ikki. Toftamaðurin hevur vant við danska 1.deildarfelagnum í eina tíð síðani ársskiftið. Hann hevur fingið spælitíð á besta liðnum, sum hevur spælt tveir venjingardystir og tað tykist ikki ógjørligt, at landsliðsframherjin endar í donskum fótbólti.

 

 Jóan Símun hevur verið uttan felag, síðani sáttmálin gekk út við norska Viking Stavanger. Hann hevur havt nakrar venjingar við B68, meðan feløg sum HB og Víkingur hav verið nevnt sum føroyskir møguleikar. HB hevur nú fingið bæði Poul Ingason og René Shaki Joensen, so tað merkir helst at Víkingur er besta føroyska boðið.

 

 Jóan Símun nýtist ikki at finna eitt felag áðrenn flytingarvindeygað letur aftur, tí hann er sáttmála leysur.