Vejle tapti stórt

Herfølge var sera sannførandi, tá teir vitjaðu í Vejle, har Christian Høgni spældi við í 1. hálvleiki

DANMARK 1. DEILD

Tað hevur fyrstu umførini gingið sum eftir ánni hjá Vejle, men sunnukvøldið komu teir orduliga niður á jørðina. Herfølge vitjaði, og gamla felagið hjá Jákupi Mikkelsen vann stórsigur.
Úrslitið var 5?1. Tað hildu teir í Vejle var ov stórt tap, men teir ásannaðu, at gestirnir høvdu verið góðir at umsita leiðsluna, tá teir vóru komnir á odda.
Fyrstu løtuna gekk javnt á, og heimaliðið hevði onkrar møguleikar. Christian Høgni Jacosben var í Vejle álopinum í 1. hálvleiki, so var hann ein av tveimum, sum varð skiftur út. Í 17. minutti hevði Christian Høgni møguleika at gera mál, men stútarin fór beint á Herfølge málverjan. Í plássinum, sum Jákup Mikkelsen vardi í fleiri ár, stendur nú Morten Cramer. Hann var í langa tíð annar málverji hjá Brøndby.
Dysturin varð avgjørdur síðsta stóra korterið av 1. hálvleiki. Tá kom Herfølge framum 4?1. Stóri maðurin hjá gestunum var Mads Westh, sum Herfølge hevur leigað í FCK. Mads Westh skoraði tvey mál og legði upp til tvey mál. Jerry Brown javnaði til 1?1 fyri Vejle. Tað gjørdi hann í 31. minutti ella tríggjar minuttir eftir at Herfølge var komið á odda. Herfølge skoraði í 33., 36. og 38. minutti, og í 2. hálvleiki staðfestu teir rimmar sigurin. Talan var um fyrsta tapið hjá Vejle í hesum kappingarárinum.
Málríkasti dysturin hesa ferð var tann í Haderslev, har HFK Sønderjylland vann 5?4 á B 1913 úr Odense. FC Århus við Flemming Povlsen sum ítróttarstjóra hevur havt stórar ætlanir. Tað var eitt rættuligt skot fyri bógvin hjá teimum, at teir taptu 2?1 ímóti Skjold. Randers Freja sendi Hvidovre til hús við 4?1 tapi, og hjá Frem, sum ætlar sær aftur í bestu deildina, kom tað sera illa við, at teir taptu 4?2 á heimavølli ímóti Fredericia. B 1909 fekk ein orduligan upp á kassan, tá teir taptu 2?1 á heimavølli ímóti B93.