Føroysku landsliðsleikararnir, Viljormur Davidsen og Jóan Símun Edmundsson vóru báðir millum teir fyrstu ellivu, tá Vejle í dag spældi grannauppgerð móti AGF.
Og føroysku landsliðsleikararnir fingu eina dreymabyrjan, tí longu aftaná 9 minuttir hevði Vejle lagt seg á odda móti AGF.
Fyri Vejle var tað dyggur smeitur, at Jóan Símun Edmundsson noyddist av vøllinum við skaða longu aftaná 28 minuttir. Stutt áðrenn hálvleik, javnaði AGF til 1-1, og í seinna hálvleiki vendu gestirnir úr AGF dystinum. Endaliga úrslitið av dystinum var, at AGF vann 3-1.
Viljormur Davidsen spældi allar 90 minuttirnar á vinstra bakki hjá Vejle, meðan Jóan Símun Edmundsson spældi fyrstu 28 minuttirnar sum tann fremsti miðvallarin hjá Vejle.
Sonni Ragnar Nattestad var ikki partur av hópinum hjá Vejle til dystin í dag.
Vejle liggur í løtuni á níggjunda plássið í næstbestu donsku deildini, 6 stig frá niðurflytingarstrikuni. Mótstøðuliðið hjá Vejle í dag, AGF, er nummar 2 í deildini. Teir hava í løtuni beina kós aftur móti bestu donsku deildini.









