Vejle tapti kappingina um Hall

Í Vejle siga tey, at KR tilboðið var betri, enn tað felagið í superliguni megnaði

Tað kemur ikki væl við í Vejle, at Hallur Hansson nú flytur úr felagnum í superliguni og til Íslands, har hann hevur skrivað undir sáttmála, ið ber við sær, at hann tvey tey næstu árini fer at spæla við sigursvanda KR í Reykjavík.

 

Hallur var í Vejle frá 14. oktober og fram til kappingarlok, tá ið sáttmálaskeiðið var liðugt. Hann var við í átt dystum – seks í landskappingini og tveimum í steypakappingini – og hann varð beinanvegin fastur maður á liðnum. Venjarin Peter Sørensen hevur fleiri ferðir givið til kennar, at hann fegin vildi hava, at Hallur Hansson helt fram í Vejle.

 

Lokala blaðið í Vejle heldur, at nú Hallur Hansson og málverjin Sten Grytebusts, sum er farin aftur til FCK, ikki longur eru í felagnum, hevur liðið mist teir báðar spælararnar, sum í heyst vóru teir bestu.

 

Tað verður lagt aftrat, at Vejle bjóðaði Halli nýggjan sáttmála, men at Vejle tilboðið ikki var so gott, sum tað, teir í Reykjavík megnaðu at bjóða liðformanninum á føroyska landsliðnum.