Vejle tapti enn eina ferð

Heldur ikki Fremad Amager fekk nakað burtur úr hesum umfarinum, og nú liggja bæði tey føroysku feløgini í tyngra endanum

DANMARK 1. DEILD

Mikukvøldið vóru Christian Høgni Jacobsen og liðfelagarnir í Vejle norðuri í Randers. Har gekk tað væl í 1. hálvleiki. Í steðginum var støðan 2?2, men eftir hvíldina vóru heimamenninir greitt omaná, og Randers FC vann 4?2. Christian Høgni Jacobsen, sum hevði stútað mál í tveimum dystum á rað, var hesa ferð ikki millum Vejle málskjúttarnar.
Fremad Amager, sum Jann Ingi Petersen fer at umboða um nakrar fáar vikur, hevði heldur ikki eydnuna við sær. Teir vóru í Sønderborg, har HFK Sønderjylland vann trivaligan 4?1 sigur.
Í toppinum vann Horsens aftur. Hesa ferð gekk tað út yvir Fredericia, sum varð sent til hús við 1?0 tapi. Ølstykke, sum hevur staðið seg rættuliga væl, tapti 4?3 á heimavølli ímóti Køge, sum hevði nýggjan venjara.
Á Eysturbrúgv var 2?2 ímillum grannafeløgini B93 og Skjold, og fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum eydnaðist tað Brønshøj at fáa stig. Á heimavøllinum í Tingbjerg í Keypmannahavn vunnu teir 2?1 á B1913 úr Odense.
Nykøbing Falster Alliancen, sum so fegin vil sleppa longri upp í donskum fótbólti, fekk aftur eitt skot fyri bógvin. Hesa ferð taptu teir á heimavølli 1?0 ímóti FC Nordjylland. Tað varð ikki mett at vera nakað serligt úrslit.
Vejle er framvegis á 11. plássinum, og Fremad Amager er nummar tíggju.